Skógareldarnir í Svøríki gerast fleiri og fleiri. Nú eru minst 83 eldsbrunar runt í Svøríki, sambært svenska alarmsentralinum, SOS Alarm.
Fýra av eldsbrununum eru ógjørligir at sløkkja beint nú. Tað vildi kravt, at tað fer at regna í tvær vikur, sigur umboð fyri svensku tilbúgvingina við Aftonbladet. Tað eru tíverri ikki útlit fyri, at tað fer at regna komandi dagarnar. Í eru veðurgudarnir ikki við svenskarum og siga frá góðum veðri og sól.
Tey fýra støðini, sum eru harðast rakt í løtuni, eru Fågelsjö í Jämtland, Kårböle í Gävleborgs Amt, Trängslet í Dalarna og Brattsjö í Örnsköldsvik.
Svenska bjargingartænastan hevur úr at gera, og hevur havt tað seinastu dagarnar. Sløkkiliðshjálp er komin bæði úr Danmark, Noregi, Italia og Fraklandi.
Les eisini: Hava ikki tamarhald á skógareldunum í Svøríki