Tað gekk væl, tá ið Føroyar í dag telvaðu ímóti El Salvador í talv olympiaduni, sum í hesum døgum er í Baku í Aserbadjan. Føroyar vunnu 3-1, og nú eru Føroyar nummar 68 av teimum 180, sum taka lut.
Helgi Dam Ziska var enn einaferð púra tryggur á fyrsta borði, og bæði Jóan Hendrik Andreasen og Sjúrður Thorsteinsson vunnu á ávikavíst øðrum og triðja borði.
Í dag helt John Rødgaard frí. Tí var Finnbjørn Vang aftur á liðnum, men tað eydnaðist honum ikki at vinna úrtøku á fjórða borði.
Í morgin er áttanda umfar. Tá verður tað Bosnia-Herzegovina, sum Føroyar skulu telva ímóti. Liðið er styrkismett nummar 41, og felags fyri allar telvararnar er, at teir eru stórmeistarar.Telvarin á fyrsta borði hevur 2642 í rating og varður tí wtor avbjóðing hjá Helga Dam Ziska (2546), veit heimasíðani hjá Talvsambandi Føroya at siga.
Besta úrslitið hjá Bosnia-Herzegovina higartil í talvolympiadu var í Moskva í 1994, tá ið teir i Føroyum so væl kendu Predrag Nikolic og Ivan Sokolov mannaðu toppborðini.í níti árunum vóru teir talvvenjarar í Klaksvík og í Havn. Hvørgin teirra er á bosniska liðnum longur. Predrag telvar ikki longur á høgum stigi, og Ivan er nú hollendskur ríkisborgari og hevur í fleiri ár umboðað Holland, men hann er ikki við í Baku.