Fýra smittað við svínakrími

NOREG: Seinastu tvær vikurnar eru fýra norðmenn vorðnir smittaðir við svínakrími, ella H1N1-virusinum. Óvist er, um hetta fer at spjaða seg í vetur.

- Vit hava fingið fráboðanir um fýra tilfeldi, men vit vita ikki um fleiri í løtuni, sigur Preben Aavitsland úr norska Folkahelseinstituttet.

Í fjør varð gjørd ein stór vaksinasjóns-kampanja, tá so mangir sum 2,2 mió norðmenn fingu Pandemrix-vaksinasjónina.

Staðfest verður, at fráboðanir um krím-líknandi sjúkur eru vaksandi, men higartil eru tað tann meiri vanliga influensa B sum mest er frammi.

Í Stórabretlandi er talið av sjúklingum við svínakrími nú komið uppá 200. Higartil eru 14 deyð av kríminum.