Fýra smábørn fingið svínakrím

Fýra smábørn á Dagstovninum í Maritugøtu eru smittað við svínakrími. Harvið er talið uppi á fimm tilburðum í Føroyum Tað staðfestir Bjarni á Steig, virkandi landslækni.

Talan er um sonin hjá fyrsta smittaða manninum, sum fekk staðfest svínakrímið leygardagin, og trý onnur børn á sama stovni.

Húskini, sum talan er um, eru sett í viðgerð, og hartil er í løtuni illgruni um ein annan tilburð av svínakrími.

Talan er um eina 26 ára gamla kvinnu, sum sat undir liðini á smittaða manninum í flogfarinum á veg til Føroya týsdagin klokkan 14. Svarið av teirri kanningin kemur í seinasta lagi í morgin, váttar Bjarni á Steig .

Enn verða hesir tilburðir viðgjørd eftir Fasu 5, tí mett verður at tamarhald er á smittuni.

- Vit vita hvør hevur smittað hvønn, og tí eru vit ikki farin úr fasu 5 enn, vísir Bjarni á Steig á.

18 fólk vóru kannað, og harav vóru fýra smittað.