Seinastu tíðina hevur Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingisstongt tvær leiðir, har føroysk skip hava roynt eftir makreli. Leiðirnar eru stongdar fyri føroyskum skipum, sum ikki hava sildakvotu, tí íblandingin av sild í veiðini var so stór. Onnur leiðin verður tó latin uppaftur í hesi vikuni.
Hóast leiðirnar enn eru stongdar fyri skipum við ongari makrelkvotu, hevur Fiskiveiðieftirlitið við heimild í lógini um vinnuligan fiskiskap nú givið fýra skipum - við ongari sildakvotu - loyvi at royndarveiða eftir makreli á hesum leiðum.
Jóhan Simonsen á Fiskiveiðieftirlitinum sigur, at skipini, sum nú sleppa at royndarveiða, eru Næraberg og Slættaberg og Atlantsfarið og Phoenix.
- Trupulleikin hjá skipum við ongari sildakvotu hevur serliga verið, at ov nógv sild hevur verið uppi í veiðini, tá tað er vorðið myrkt, og onkuntíð er trupulleikin eisini á alljósum degi.
Hann vísir á, at nú loyvi er givið til royndarveiði, skulu skipini, sum hava fingið hesi loyvi, boða Fiskiveiðieftirlitinum frá eftir hvørt hál, hvussu vorðið er við íblanding av sild.
Fyrr í dag greiddi Jóhan Simonsen frá, at samlaða makrelveiðan í føroyskum sjógvi higartil í ár er komin upp á 113.200 tons, og tá er dagurin í dag ikki íroknaður.
Næraberg, sum myndin vísir, er eitt av skipunum, sum nú sleppa at royndarveiða eftir makreli.