Í dag hava Polarhav, Stjørnan, Rókur og Lerkur landað upsa í Saltangará. Fýra skip hava landað í Saltangará í dag.
Polarhav og Stjørnan høvdu 370.000 pund tilsamans, og Rókur og Lerkur hava eini 235.000 pund.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn siga tey, at upsaveiðan enn ikki er vorðin hin sama, sum hon var í januar og februar mánaða fyri einum ári síðan.
- Tað tekur longri tíð hjá skipunum at fáa líkinda last nú, enn tað gjørdi í fjør, verður sagt úr Saltangará.
Hini skipini, sum plaga at landa hjá Kongshavn, eru til fiskiskap, og væntandi koma Stelkur, Bakur, Heykur og Falkur inn at landa fyrst í næstu viku ? og helst mánadagin.