Íslendsk skip sleppa at fiska 238.400 tona at atlantoskandisku sildini í ár. Tað er næstan níggju prosent meiri enn í fjør, og av heildarkvotuni kunnu íslendingar fiska góð 44.000 tons í norskum sjógvi. Íslendska fiskimálaráðið hevur júst býtt kvotuna. Størsta lutin fær Ísfélagið í Vestmannaoyggjunum við 48.000 tonsum, Samherji fær 37.300 tons, HB Grandi 33.600 tons og Sildarvinnslan 28.000 tons. Við øðrum orðum fáa hesi trý reiðaríini 60 prosent av heildarkvotuni. 25 skip eru annars við í býtinum, skrivar Morgunblaðið.