Fýra ára studentsútbúgving eitt tilboð í Hoydølum

Toppítróttarfólk og fólk, ið fáast við tónleik á høgum stigi, kunnu nú fáa eina studentsútbúgving upp á fýra ár ella eina HF útbúgving upp á trý ár

ÚTBÚGVING

Eirikur Lindenskov

eirikur@sosialurin.fo

 

 

Seinastu árini hava miðnámsskúlarnir í Havn upplivað, at næmingar, ið taka fyrireikandi útbúgving til hægri tónleikalestur ella íðka ítrótt á høgum stigi, fella frá, tí arbeiðsbyrðan er ov stór.

 

Føroya Studentaskúli og HF-skeið bjóðar nú í samráð við Mentamálaráðið hesum næmingum, at taka sína miðnámsútbúgving yvir eitt longri tíðarskeið, so teir kunnu taka studentsútbúgvingina upp á fýra ár ella HF upp á trý ár. Á hendan verður arbeiðsbyrðan munandi minni, og næmingurin fær nýtt meira tíð til tónleik ella ítrótt.

 

Tilboðið vendir sær til næmingar, ið taka tað sonevnda MGK skeiðið á musikkskúlanum, sum er ein sera krevjandi fyrireikandi útbúgving til lestur á hægri tónleikarskúlum uttanlands, og til næmingar, ið íðka ítrótt á hægsta stigi. Fyri at ítróttarfólk kunnu koma undir skipanina krevst, at eitt ítróttarfelag og avvarðandi ítróttarsamband vátta, at næmingurin telist millum fremstu talent í síni ítrótt, og at viðkomandi nýtir munandi tíð til venjing og íðkan.

 

Næminar, ið ynskja at søkja eftir skipanini, skulu nýta vanligu umsóknarbløðini, men leggja eitt bræv við um, at teir ynskja at leingja útbúgvingina við einum ári. Næmingar, ið longu hava sent skúlanum umsókn, kunnu senda brævið seinni.

 

Nakrar treytir fylgja við. Ert tú farin undir studentsútbúgvingina sum eina fýra ára gongd, so skal útbúgvingin gjøgnumførast á henda hátt – tað ber ikki til at skifta yvir á vanligu trý ára tilgongdina. Studentaskúlin vónar, at hetta kann gerast eitt gott og nyttugt tilboð til teir næmingar, sum fegnir vilja hava eina miðnámsútbúgving og samstundis arbeiða fyri at vera millum tey fremstu innan tónleik og ítrótt.

 

Skipanin er sett í verk við tí sonevndu Team Danmark-skipanini niðri sum fyrimynd.