Fýra ára gamal myrdur

Løgreglan í svenska býnum Ljungby hevur staðfest, at ein fýra ára gamal drongur, sum varð funnin deyður í gjárkvøldið, varð myrdur. Drongurin hvarv seinnapartin í gjár, og í gjárkvøldið fór løgreglan at leita saman við sjálvbodnum, og tað vóru nøkur av teimum sjálvbodnu, sum komu fram á líkið.

Svensku fjølmiðlarnir siga, at tann fýra ára gamli var farin heiman, eftir at hann var vorðin ósamdur við systkin síni um eitt ella annað. Fjølmiðlarnir vita eisini at siga, at barnaverndin hevði eftirlit við familjuni í summar.

Sum skilst hevur løgreglan eingi spor at ganga eftir.