Tað er ógjørligt at tøma eitt skipsvrak heilt fyri olju, sum liggur við havsins botn, skriva útlendsk bløð Kinverska lastaskipið Fu Shan Ha, sum sakk út fyri Bornholm fyri fýra árum síðan, lekur framvegis olju.
Skipið liggur á 68 metra dýpi.
Útlendsk bløð skriva, at tað er ógjørligt at tøma eitt vrak heilt fyri olju, sum liggur á slíkum dýpi, sum kinverska skipið liggur.
Einki verður sagt um, hvørt olja er tikin upp úr skipinum ella ikki, ei heldur, hvat slag av olju talan er um.