Fýra rúka út í kvøld

Bert vinnararnir í teimum fýra fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið sleppa víðari, so fýra lið rúka úr steypakappingini í kvøld

Tvey av fremstu liðunum á stigatalvuni í Vodafonedeildini, NSÍ og EB/Streymur, møtast við Løkin í Runavík, har stórt trýst man liggja á báðum pørtum. NSÍ hevur ikki verið í finaluni síðani 2004, meðan EB/Streymur hinvegin hevur verið fastur táttur í síðstu fýra finalunum. Hetta kann gerast ein javnur og spennandi dystur, har hvørki liðið vil boyggja seg.
Dysturin í Sarpugerði í Norðra­gøtu er ein rein eystur­oyar­uppgerð, tá Víkingur tekur ímóti B68. Her kann eisini alt henda, tí meðan Víkingur snávaði á heimavølli ímóti 07 Vestur um vikuskiftið, fekk B68 fyrstu ferð fult í sínum dysti á Sandi. Eisini her kann roknast við ein­um dysti, har bæði vilja gera sítt ítarsta fyri at vinna.
Í Sørvági verður talan óivað eis­ini um ein opnan dyst millum tveir uppflytarar, tí har hittast 07 Vestur og KÍ. Serliga KÍ hevur havt vind í seglunum og telist millum fremstu liðini, meðan 07 Vestur kanska ikki hevur fingið øll tey stigini, liðið kundi havt uppiborið í fyrstu dystunum. KÍ er kanska lítil favo­rittur undan dystinum, men fær einki ókeypis frá vágamonnum.
Á pappírinum hevur ÍF lættastu uppgávuna, tí liðið á heimavølli tekur ímóti AB, sum flutti niður í fjør og ikki hevur staðið seg betur enn næstbest í 1. deild hjá monnum higar­til í ár. Tað sigur kanska sítt, at ÍF fríggjakvøldið vann greitt á HB, sam­stundis sum AB leygardagin tapti fyri næstbestu manningini hjá HB. Her er ÍF stórfavorittur.