Fýra partrolarar landað í Saltangará

Í dag og í gjár hava fýra partrolarar landað í Saltangará, og fyrst í komandi viku koma væntandi fýra aðrir partrolarar eisini inn at landa. Heykur og Falkur, sum landaðu í dag, høvdu 350.000 pund og Rókur og Lerkur, sum landaðu í gjár, høvdu 235.000 pund tilsamans.

Á landingarmiðstøðini Kongshavn siga tey, at Polarhav og Stjørnan hava biðið um landing mánadagin, og Stelkur og Bakur koma eisini inn at landa ein av fyrstu døgunum í komandi viku.

At kalla øll veiðan hjá partrolarunum er upsi.