Fýra nýggjar bøkur

tíðindaskriv

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur sent fýra nýggjar bøkur á marknaðin



Talan er um smábarnabóina, Hin svanga ormveran, eftir Eric Carle, barnabøkurnar, Stóra søgubókin hjá Flekki, Reytt hjarta og bláur firvaldur, eftir Anniku Thor og Vinur mín sjeikurin úr Stureby eftir Ulf Stark.
Hin svanga ormveran er klassikari. Bókin er komin út í 25 milliónum eintøkum allan heim. Tað er mánalýsi, og eitt lítið egg liggur á einum blaði. Tá ið sólin rísur, rivnar eggið, og út kemur ein lítil, svong ormvera. Turið Kjølbro týddi úr enskum.
Bókin, sum er væl egnað til tey 0-3 ára gomlu, er 28 litsíður til støddar og kostar 90. kr.
Stóra søgubókin hjá Flekki fevnir um tíggju fittar søgur um Flekk og vinir hansara. Tú kanst lesa um, tá ið Flekk bygdi sær eina smáttu, læt seg í saman við Sørini og Annu, og skuldi sova í tjaldi fyrstu ferð. Søgurnar eru sera væl egnaðar at lesa upp fyri børnum, sum dámar at hoyra um Flekk og vinir hansara. Eyðna Magnussen týddi úr enskum. Bókin, sum er væl egnað til tey 4-7 ára gomlu, er 78 síður í litum og kostar 120 kr.
Reytt hjarta, bláur fir-valdur er søgan um reyða hjartað, sum Alva gav Viktori og um bláa firvaldin, sum hon fekk frá honum. Um heitar kenslur millum stór børn, og um at tora at standa við tær. Karl N. Hansen týddi úr svenskum.
Bókin er ætlað teimum 8-10 ára gomlu. Hon er 126 síður til støddar og kostar 140 kr.
Vinur mín sjeikurin úr Stureby er um Ulf og vinirnar. Ein arabiskur sjeikur skal koma at vita pápa Ulf. Og Ulf hevur lært seg at hypnotisera, so nú kann hann fáa Lassa Ågren, Marionnu og Percy at gera, hvat tað skal vera. Í hvussu er eina tíð. Men at Percy, allarbesti vinur hansara, skal flyta, fær hann einki gjørt við. Ella fær hann?
Hendan bókin er um somu persónar og sama barndóm sum fyrra bókin hjá Ulf Stark, Ganda-skógvarnir hjá vini mínum Percy. Og eins og hon er henda bæði heilt ótrúlig og nærum púra sonn. Hugin Eidi týddi bókina úr svenskum. Bókin, sum er væl egnað til tey 11-12 ára gomlu er 108 síður og kostar 120 kr.