Fýra nýggj skrímsl á frímerkjum

Posta gevur í dag út ikki færri enn seks nýggj frímerki – tvey um ferðavinnu og fýra um skrímsl. ber

Fyrstu tvey merkini bera heitið “Europa 2012 – vitjið Føroyar”, og er eftir myndum sum myndamaðurin Eyðbjørn Jacobsen hevur tikið. Áljóðandi virði eru 6,50 og 10,50 krónur.

Hetta er partur av teim sonevndu Europa-frímerkjunum, har londini í Evropa geva út frímerki við felags evni. Í ár er evnið ferðamannamál.

Annað frímerki vísir ein skjóttgangandi bát undir Beinisvørði, og hitt vísir vakra landslagið á Trøllanesi.

Onnur røðin sum kemur út í dag ber heitið “Skrímsl” og avmynda ávíkavist grýlu, marra, niðagrís og fjørutrøll. Hesa røðina hevur listamaðurin Edward Fuglø gjørt.