Fýra nýggj nøvn á Asfalt

Skráin fyri Asfalt veksur alsamt, í dag vóru fýra nøvn afturat avdúkaði, sostatt telur skráin nú 18 av teimum væntandi 60 nøvnunum.

Tónleikur


Asfalt kunngjørdi í gjár og fyrradagin fýra nøvn á ársins skrá, hóast nøvnini Bendar Spónir, Kvonn, Brama og The Ghost ikki teljast millum tey kendastu á føroyska tónleikapallinum, so goyma seg aftan fyri nøvnini fleiri kend nøvn úr øðrum sambondum.


Brama kemur brestandi

Showmenn syngja sítt síðsta vers, og nógv hevur verið tosað um, hvat limirnir í bólkinum, nú fara at takast við, mest hevur verið tosað um Kim Hansen og Jens Marna Hansen, men á Asfalt kemur ein ábending um hvat ein annar Showmaður nú fæst við.

Millum mest forkunnugu nýggju tónleikanøvnini á ársins Asfalt er nýstovnaði bólkurin, ið ber heitið Brama. Limirnir eru navnframir og eru fimm í tali. Ein av limunum. bassleikarin Jóhannus á Rógvu Joensen, er skjótt fyrrverandi limur í Føroya besta dansibólki Showmonnum Í Brama spælir Jóhannus í bólki við songkvinnuni Margretu á Rógvu, ið umframt at vera sera gávurík er dóttir Jóhannus. Umframt tey bæði eru Brandur Jacobsen á turmmum, Benjamin Petersen á gittari og Gunnar Guttesen á tangentum í Brama.

Við atliti til tónleikin, ið bólkurin borðreiðir við, so er úrvalið av limunum prógv um, at hesin verður óivað á høgum støði.

Bólkurin er stovnaður av Brandi og Margretu og fer at hava sína allarfyrstu framførslu á Asfalt 2007.


Listin at benda eina spón

Millum nýggju tónleikanøvnini, ið vera við á ársins Asfalt, er eisini bólkurin, ið nevnir seg Bendar Spónir. Hvørt ungu menninir, ið mynda bólkin, eru so grovir í psykokinesu, at hetta heitið er valt, skal ikki sigast. Men spennandi eru teir.

Limir í bólkinum eru Mattias D. Kapnas, Per I. H. Petersen, Jón McGavin, Kriss F. D. Poulsen og Johannes J. Müller. Teir spæla ambientan rokk, ið tekur sín íblástur úr seksti- og sjeytiárunum.

Sjálvir siga teir, at teir eru bara fimm fýrar, ið elska at jamma. Til ber inntil tá at vitja ungu menninar á Myspace.com/bendarsponir, har stutt tónleikabrot er til taks.


Gudfaðirin vitjar

Millum fólksligu tónleikanøvnini á Asfalt í ár verður bólkurin Kvonn.

Kvonn er eitt lívligt bland av føroyskum fólkatónleikarum, ið spælir eldri sum nýggjari fólkatónleik, ið stavar úr Norðurlondum.

Limirnir eru Angelika Nielsen, Sharon Weiss, Ívar Bærentsen og Kristian Blak, sum í dag nokk má roknast at vera gudfaðirin at ítøkiliga føroyska tónleikaarvinum.

Tónleikurin hjá bólkinum er egin og lántur. M.a. verður íblástur funnin í nótabók hjá Jens Christian Svabo. Bólkurin fór í upptøkuhøli fyrr í ár og kemur fløga út í juni. Áhoyrarar á Asfalt 2007 vera millum tey fyrstu at hoyra løgini av hesi.


The Ghost spøkja

Hóast navnið The Ghost ikki telist millum tey best kendu á føroyska tónleikapallinum, so er oddamaðurin Filip Mortensen longu eitt kent andlit og rødd.

Filip hevur sum oddamaður í sera vælumtókta bólkinum, The Story Ends, gjørt vart við seg. Hansara sjarma hevur bjarga fleiri konsertum, tá The Story Ends ikki sum bólkur annars hevur megna at liva upp til nógva hypið.

Í elektroniska bólkinum The Ghost hevur Filip Mortensen kasta saman við Urbanusi Olsen. Bólkurin varð stovnaður í januar mánaði í ár og hevur bert spælt eina konsert í Losjuni í Gøtu. Hann er øðrvísi og óføroyskur, skrivar Asfalt í tíðindaskrivi. Bólkurin er fyrst og fremst sermerktur við, at tað, ið verður gagnnýtt á palli, er bara ein telda og tveir gittarar. Hetta er ikki heilt vanligt í føroyskum høpi. Tað er mestsum bert Gulli Johannesen, ið hevur roynt seg á hesum økinum.

Men við røddini og sjarmuni hjá Filip verður bólkurin beinanvegin áhugaverdur. Bólkurin er í løtuni í upptøkuhølum og biksast við nøkur løg, men teir báðir Filip og Urbanus hava lovað at geva sær stundir til eisini at spøkja á Asfalt. Vitjið ungu menninar á Myspace.com/theghostband1.