Fýra nýggir mans á Toftum

Brian Andresen, Dánjal Pauli Højgaard, Jann Martin Mortensen og Pól Jóhannus Justinussen eita nýggju menninir á Toftum. Í farnu viku boðaði B68 á heimasíðu sínari frá, at felagið fór at styrkja seg við fýra leikarum, og í kvøld verður so avdúkað, hvørjir hesir eru.

 

Dánjal Pauli Højgaard er toftamaður og kemur aftur, eftir at hava spælt við ÍF. Ungu menninir Jann Martin Mortensen og Pól Jóhannus Justinussen koma báðir úr NSÍ.

Brian Andresen gjørdi B68 avtalu við í næstsíðstu viku, og er talan um ein 34 ára gamlan álopsleikara, sum kemur úr Glostrup.

Allir hesir leikararnir, uttan verjuleikarin Pól Jóhannus Justinussen, eru framrættaðir leikarar, og harvið hevur B68 styrkt um álopspartin, sum hevur verið ein trupulleiki higartil í ár.