Fýra milliónir til langhyl í Vági

Seinnapartin í dag hevur Aksel V. Johannessen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, lagt uppskot fyri Løgtingið har eitt av endamálunum er at landskassin skal játta fýra milliónir krónur til ætlaða langhylin á Oyrunum í Vági. Tað er ein bólkur, sum í einit trý ár hevur arbeitt við eini ætlan um at gera ein 50 metra langan svimjihyl í Vági fyri einar 12 milliónir krónur.

Fyrireikararnir hava sjálvur útvega nakrar milliónir í fígging, men hava bíða eftir svarið frá Løgtinginum um landið er sinnað at lata fýra milliónir til ætlanina.

Tað hevur drigið út, men í dag er uppskotið lagt fyri Løgtingið og Løgtingið hevur samstundis samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum so at málið kann avgreiðast, áðrenn tingið fer í summarfrí.

Sev hevur játtað langhylinum ókeypis avlopsorku frá Elverkinum í Vági, sum verður næsti ganni hjá høllini og tað er nógv mikið at halda hylin heitan.

Umframt langhyl, verður ein vælverudepil í høllini.