Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, legði fram uppskot um fíggjarlóg fyri 2011 fyrrapartin. Millum mongu íløgurnar eru fýra milliónir krónur ætlaðar 50 metra svimjihyli á Oyrunum í Vági. Tvær milliónir í 2011, og tvær milliónir í 2012.
Sosialurin skrivaði mánadagin um ætlanina hjá vágbingum, at ein 50 metra kappingarhylurin verður ætlandi klárur at taka í nýstlu í februar 2011.
Íløguæltanin, sum landsmyndugleikarnir eru partir av, er tilsamans 225 milliónir krónur.









