Allahalgannadagur, sum er í morgin, er minningardagur teirra sjólátnu.
At vera sjólátin verður tulkað sum, at fólkini annaðhvørt er druknað ella deyð í vinnu á sjónum.
Í ár verða fýra menn at minnist sum sjólátnir hetta seinasta árið.
Teir fýra menninir eru:
- Levi Christiansen úr Havn, doyði undir útmynstring á Strill Mariner 18. januar, 63 ára gamal.
- Sigmund Kári Hentze av Eiði, gekk burtur í Hestfirði 22. mai, 29 ára gamal.
- Teodor Olsen av Eiði, gekk burtur í Hestfirði 22. mai, 32 ára gamal.
- Rógvi Jacobsen, búsitandi í Havn, varð funnin á sjónum 24. juni, 33 ára gamal.