Fýra ungir menn vórðu skotnir á opnari gøtu í svenska býnum Göteborg seinnapartin. Løgreglan sigur, at menninir sluppu við lívinum, men læknarnir siga, at ein av monnunum er framvegis í lívsvanda. Støðan hjá hinum trimum er støðug, siga læknarnir.
Skottilburðurin var stutt eftir klokkan eitt okkara tíð í býarpartinum Hissingen, sum er har norðuri í býnum. Væl mannað løgreglulið kom skjótt á staðið, og eitt stórt øki er avbyrgt.
Løgreglan hevur ikki funnið byrsumannin ella byrsumenninar, og løgreglan dugir heldur ikki at siga, hví teir fýra menninir vórðu skotnir. Løgreglan sigur, at hon hevur ikki havt møguleikar til at avhoyra nakran av teimum særdu enn.









