Veðrið var ikki til vildar, tá fimta umfar í fótbóltslandskappingini varð leikt í dag. Um tað hevur havt sína ávirkan er ikki gott at siga, men veruleikin er, at ikki færri enn fýra mans vórðu riknir av vølli í teimum fimm dystunum. Tveir í dystinum á Sandi og tveir í dystinum í Klaksvík.
Úrslitnini lagaðu tað soleiðis, at B36 nú er seks stig frá næsta kappingarneyta, sum framvegis er B68. HB hevur kortini møguleika at koma upp á 11 stig vinna teir útsetta dystin móti FS Vágum.
Í botninum fekk Sumba sín fyrsta sigur og tað mundi hita hjørtuni eftir stórtapi í Havn seinasta vikuskiftið. Og so bragdaði endiliga hjá KÍ, sum gav toftamonnum ein undir vangan. Fyrsti sigurin er nú komin til høldar hjá teimum við og nú seta teir kósina uppeftir, eingin ivi um tað.
Eftir fimta umfar er tað bara FS Vágar, sum enn ikki hevur roynt at vinna í landskappingini. Nær tað verður fáa vit so at síggja.
B71 ? B36 1-2 (0-2)
Havnarmenninir hava fingið eina framúrskarandi byrjan upp á kappingarárið. Í dag var fyrsti dysturin eftir at John Petersen fór til Íslands fyrr í vikuni. Kortini sær út til, at teir svørtu og hvítu klára seg uttan skálamannin, tí B36 vann dystin.
Teir komu á odda lvið málið, sum Håkan Lundblom skeyt í 6. minutti. Jákup á Borg økti beint fyri hálvleik til 2-0, meðan Jógvan Jón Petersen minkaði um munin móti endanum av dystinum. B36 er framvegis ósigrað í bestu mansdeildini.
Íkki færri enn tvær útvísingar vóru á Sandi. Liðini fingu hvør sína. Eli Hentze úr B71 og Jákup á Borg úr B36 gjørdust ? hóast kuldan ? ov heitir, og sluppu tí fyrr undir brúsuna.
HB ? VB 2-2 (1-1)
Vágbingar megnaðu at halda HB í dystinum í Havn. VB byrjaði best og legði seg á odda tá seks miuttir vóru farnir. Jón Pauli Olsen átti málið. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin javnaði Rúni Nolsøe fyri HB.
Í seinna hálvleiki var leikandi venjarin hjá VB, Popzcinsky, framvið og hann legði VB á odda 2-1 tá fimm minuttir vóru farnir av seinnu hálvu. Men henda støða helt bara til seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Tá slapp Andrew av Fløtum framat og hann javnaði til endaliga úrslitið 2-2.
KÍ ? B68 4-1 (2-1)
Endiliga! Endiliga bragdaði tað hjá meistarunum úr Klaksvík. Teir høvdu annars vitjan av nummar tvey í kappingini higartil B68, men sum skilst vóru toftamenn munandi skerdir. Um tað hevur verið orsøkin, ella um KÍ nú veruliga hevur sett hol á, duga vit ikki at siga. Kortini er lítið at ivast í, at klaksvíkingar ? og kanska serliga venjari teirra ? nú andar meira lættan.
Tað var Ove Nysted, sum við tveimum málum, syrgdi fyri at KÍ kundi fara til hálvleiks við 2-1 leiðslu. Málið hjá B68 gjørdi Øssur Hansen. Í seinna hálvleiki var tað Harley bertholdsen, sum við tveimum málum sópaði allan iva til viks, um hvønn veg sigurin fór. Við hesum sigrinum hevur KÍ skúgvað vánaligu byrjanina úr høvdinum á áskoðarunum.
Eisini í Klaksvík varð dómarin noyddur at senda tveir mans til avkøling áðrenn tíð. Pazek hjá KÍ var annar, meðan Jan Petersen hjá B68 var hin.
NSÍ ? GÍ 3-4 (0-2)
Gøtumenn fóru við øllum í Runavík í dag, men teimum tørvaði hjálp úr Runavík fyri at vinna. Ikki tí, GÍ gjørdi øll síni mál sjlálvir, men tað vóru nýggju menninir úr Runavík, sum áttu trý teirra. Óli Hansen gjørdi tvey mál, Helgi Petersen eitt og Magni Jarnskor eitt. Hjá NSÍ vita vit, at Christian Høgni Jacobsen skeyt eitt mál. Vit hava ikki fingið fatur á, hvør gjørdi hini bæði.
Gøtumenn vóru eitt skiftið á odda 4-1 áðrenn NSÍ minkaði um munin. Við sigrinum nærkast GÍ toppinum, meðan NSÍ spakuliga dragnar. Men enn eru vónir, tí árið er langt.
Sumba ? FS Vágar 1-0
Sumbingar fingu síni fyrstu stig tá teir á Krossinum tóku ímóti felagsliðnum úr Vágum. Frammanundan var væntað, at talan fór at vera um ein torføran dyst hjá sumbingum, tí vágamenn hava spælt rímuliga væl i ár. Kortini var tað undan dystinum bert blivið til tað eina stigið og soleiðis er statt enn. Sumbingar vunnu dystin við málið, sum Sasha Tomajek gjørdi.
Um hetta verður vendin hjá Sumba er ilt at siga, men tað er í hvussu er stór broyting frá seinasta vikuskiftið tá teir taptu heili 11-1 móti B36.
FS Vágar hevur kortini møguleikan at smoyggja seg fram um Sumba aftur um teir vinna útsetta dystin móti HB. Men tey liðini liggja í hvør sínum enda av stigatalvuni.