Fýra mans í álop hvørja ferð

– Eg havi ikki havt svøvnleysar nætur eftir úttøkuna, tí hetta er vegurin, vit eiga at ganga, sigur Heðin Askham, sum undan dystinum ímóti Íslandi sunnudagin hevur fingið nakrar ákoyringar fyri at taka út eitt so ungt landslið.

Við flogfarinum til Íslands fyrrapartin var A-land­sliðið í fótbólti, sum seinna­partin sunnudagin skal spæla ímóti Íslandi í Kórinn-høllini á Kópavogi. Stundir og høvi hava ikki verið at samlað menninar undan fráferðini, men tvær venjingar verða yviri í Íslandi áðrenn dystin, ein í kvøld og ein í morg­in.

– Vit ætla okkum at leggja stóran dent á at vera vælskipaðir á vøllin­um. Og tá vit fara í álop, skulu vit helst hava fýra mans við fram hvørja ferð, og eg vil fegin hava, at síðurnar koma væl við, umframt at miðvøllurin skal stuðla álopinum, sigur Heðin Askham, sum saman við Jens Martin Knudsen hevur ábyrgdina av landsliðnum henda eina dystin.

Talan er um ein hin yngsta og minst roynda A-landshópin, Føroyar nakrantíð hava havt til ein dyst, og tað hevur Heðin eisini fingið at hoyrt fyri. Hann hevur tó ikki tikið sær hetta nær, men fer fús­ur og bjartskygdur í gongd við uppgávuna.

– Eg havi ikki havt svøvn­leysar nætur eftir út­­tøk­una, tí hetta er vegurin, vit eiga at ganga. Um tað so skal gerast upp á henda mátan ella ikki, má tíðin sleppa at vísa. Onkur hev­ur eisini sagt tað soleiðis, at talent vinnur dystir, men rutina vinnur kapp­ing­ar, sigur Heðin Ask­ham.

Eisini ungt lið

Eisini íslendski starvs­bróð­ur hansara, Ólafur Jóhannesson, hevur tikið út eina unga manning til dystin sunnudagin, tí av teimum 16 úttiknu eru fimm spælarar, sum eiga fyrsta landsdystin til góðar, og fýra hava bara spælt ein. Aron Einar Gunn­arsson, sum spælir við AZ Alkmaar í Hollandi, er einasti útiset­in á íslendska liðnum.

Tá Ísland og Føroyar spældu vinardyst fyri ein­um ári síðani, sum var fyrsti innandura fótbólts­landsdystur har yviri, vann Ísland framman fyri 747 áskoðarum 3-0, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum.

Dysturin sunnudagin byrj­ar klokkan 14.00, og um­vegis íslendska ríkis­sjónvarpið RÚV verður hann vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.