Fýra mans kunnu vinna

Hóast meginparturin av áskoðarunum á Circuit de Catalunya sunnudagin vónar at spaniumaðurin Fernando Alonso vinnur sponsku formil 1 koyringina, so er hann bert eitt av fýra góðum boðum uppá ein vinnara.

Formil 1


Eftir ein steðg í ein heilan mánað er hetta vikuskiftið aftur formil 1 koyring. Circuit de Catalunya í Barcelona verður á tremur við formil 1 fjepparum, tá ársins fyrsta formil 1 koyring í Evropa verður koyrd. Tað er neyvan nakar ivi um, at flestu fjeppararnir hetta vikuskiftið fara at halda við tvífalda heimsmeistaranum, spaniumanninum Fernando Alonso. Men hóast møguleikin fyri einum sigri á heimabreytini til Alonso, so eru 3 onnur nøvn, ið hava júst somu sannlíkindi at enda á ovasta skamlinum.


Spennandi kappingarár

Við trimum ymiskum sigursharrum í trimum teimum fyrstu formil 1 koyringunum er formil 1 árið 2007 longu sera spennandi. Ferrari legði sera væl fyri við sigri til Kimi Räikkönen í Avstralia, í Malaysia var McLaren Mercedes skjótasta liðið, tá Alonso vann koyringina, og í Bahrain var tað hin Ferrari koyrarin Felipe Massa, ið gjørdist sigursharri. Hesir tríggir kunnu allir uttan trupulleika vinna koyringina hetta vikuskiftið, men ein sigur til nýggja stjørnuskotið hjá McLaren Mercedes, Lewis Hamilton er minst líka sannlíkur. Hamilton er á einum deildum fyrsta plássi í kappingini um HM fyri formil1 koyrarar eftir eitt triðja pláss og tvey onnur pláss í teimum trimum fyrstu koyringunum.


Mentur aerodynamikkur

Í løtuni er støðan tann, at Alonso, Räikkönen og Hamilton hava 22 stig, meðan Massa hevur 17 stig. Tað tykist sum, um hesir fýra eru teir við bestu møguleikum at gera um seg hetta vikuskiftið og ja, hetta kappingarárið. Men tað skal ikki undirmetast, at nógv menning kann vera gjørd eftir, at ein steðgur hevur verið í kappingini í ein heilan mánað. Øll lið hava boðað frá umfatandi aerodynamiskum broytingum á bilum sínum, og júst Barcelona er ein breyt, ið setur stór krøv til aerodynamikkin.


David Coulthard skjótastur

BMW hevur bjóðað teimum báðum oddaliðunum av í teimum trimum fyrstu koyringunum og eigur ikki at verða undirmett. Vert er eisini at halda eyga við Renault og Red Bull, ið er tvey av liðunum, ið nógv var væntað av áðrenn kappingarárið byrjaði, og sum hava sera dugnaligar sniðgevar, men sum hava klára seg sera illa í ár. Í seinastu viku vóru royndarkoyringar á Circuit de Catalunya, alla vikuna tyktist Ferrari at vera skjótasta liðið, men allar seinasta dagin gjørdi David Coulthard í Red Bull ein vørr, og setti skjótastu tíðina.

Sjónvarpið sendur formil 1 koyringina beinleiðis, sendingin byrjar klokkan 12.25 sunnudagin. TV2 Sport sendur leygardagin royndarkoyringina klokkan 11.30 og tíðarkoyringin klokkan 12.55.