Fýra mátar Coca Cola kann nýtast til reingerð

Coca Cola er fyrst og fremst kent sum ein leskidrykkur, men tað ber eisini til at nýta Coca Cola til reingerð.

Coca Cola er fyrst og fremst kent sum ein leskidrykkur, men tað ber eisini til at nýta Coca Cola til reingerð. Orsøkin til at Coca Cola er gott til reingerð kemst av tí at leskidrykkurin hevur fleiri evnir í, sum eru góð at fjerna skitt við, millum annað kolsyru, sitrónsyru og fosforsyru. Her koma vit við nøkrum hugskotum til hvat annað tú kann brúka Coca Cola til.

 

 

Reinsa grýtir og pannir

Næstu ferð tú stríðist við at vaska restirnar úr pannuni ella grýtuni, so kann tú koyra eitt sindur av Coca Cola í grýtuna/pannuna, soleiðis at matresturnar eru dekkaðar. Síðan stillar tú grýtuna/pannuna aftur á kókiplátuna og letur tað simra eina løtu. Hetta ger at syran í kolaðini verður aktiv og niðurbrýtur matresturnar soleiðis at tað gerst lættari at vaska burt. 

 

 

Coca Cola til vesi

Um tú hevur kálk kantar í vesikummuni ber til at fáa hesar burtur við Coca Cola. Tú skal bert koyra 1.5 litur av kola í kummuna og latað tað verða í minst ein tíma, síðan skrubbar tú kálkplettirnir burtur við vesibustuni og skolar niður, her eftir skuldi kálk kanturin verið burtur. 

Coca Cola til rust

Syran í Coca Cola er eisini góð at fjerna rust við, um tú til dømis hevur eina súkklu sum rustar, so kann tú bona tað rustaða við at koyra Coca Cola á ein klút. Tá tað er gjørt so skolar tú við vatn og smyr olju ella annað á har tað var rusta. 

 

 

Coca Cola at vaska klæðir

Coca Cola kann taka burt nógvan skitt, um tú hevur feitt plettir á klæðunum ella aðrar plettir frá onkrum uttandura arbeiðið, so er tað smart at prøva at fjerna tað við Coca Cola. Koyr klæðini í eina balju og stoyt ein litur av Coca Cola út yvir klæðini. Lat klæðini liggja í baljuni eina løtu áðrenn tú koyrir tey í vask sum vanligt.