Fýra mánaðir fongsul fyri barnaporno

Ein 33 ára gamal maður bleiv í dag dømdur í Føroya rætti fyri at hava barnaporno á telduni og senda tað víðari til onnur.

 

Rættarmálið var í gjár, dómur fall í dag, og seinnapartin visti Kringvarp Føroya at siga, at maðurin varð dømdur fýra mánaðir fongsulsrevsing fyri at hava barnaporno á telduni og at senda øðrum barnaporno.

 

Frá 2008 til 2014 tók 33 ára gamli maðurin barnaporno niður á teldu sína og í tveimum teldupostum hevur hann sent okkurt av tilfarinum víðari til onnur.

 

Tað var í 2014, at føroyska løgreglan fekk frænir av manninum. Eysturríska løgreglan boðaði føroysku frá, at hon kannaði ein eysturríkara í einum máli um barnaporno, og at hon í hesum sambandi var komin fram á eitt samskifti við eina føroyska ip-adressu, tað vil siga, eina teldu, stadda í Føroyum.

 

Les eisini Tað var ikki við vilja 

 

Í oktobur 2014 gjørdi løgreglan húsarannsókn heima hjá manninum og legði hald á harddiskar og teldur hjá manninum.

 

Á teldunum fann hon nærum 400 barnapornografiskar myndir og 34 videobrot. Løgreglan fann eisini teldupostsamskiftið millum føroyingin og eysturríkaran, har føroyingurin í tveimum førum hevur sent eysturríkaranum myndir, og í fleiri førum hevur fingið myndir frá honum.

 

Ákærin bað dómaran um at revsa mannin við seks mánaðar fongsulsrevsing, meðan verjin helt at talan kundi í mesta lagi vera um fýra mánaðir, harav fleiri av teimum skuldu vera treytaðir.

 

Sambært Kringvarpi Føroya, segði dómarin í dag, at ákærurnar vóru so grovar, at talan ikki kundi vera um nakran treytaðan dóm. Hann valdi tó at døma mannin inn at sita í fýra mánaðir. Maðurin tók við dóminum, sigur KVF.