Fýra mál til Róa Berg Hansen í heimatapi

Tað gongur ikki væl hjá FIF í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, har liðið er langt aftast

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í FIF í næstbestu donsku hondbóltsdeildini rendu seg inn í enn eitt tap í dag.

 

Í dag tapti FIF 22-30 ímóti Skive. Í steðginum var Skive á odda 15-9.

 

FIF er langt aftast av teimum 16 liðunum, og aftaná 25 leiktar dystir hevur FIF bara fýra stig fyri ein sigur og tveir javnleikir.

 

Persónliga gongur tó heilt væl hjá Róa Berg Hansen. Hann fekk í dag fýra mál, og gjørdist toppskjútti hjá FIF saman við Casper Wager og Jacob Jørgensen, ið eisini skoraðu fýra mál í dag.

 

Rói Berg Hansen hevur samanlagt skorað 41 mál fyri FIF hetta kappingarárið. 

 

Komandi dystur hjá FIF verður á útivølli leygardagin 14. apríl ímóti liðnum hjá Helga H. Hoydal, Odder.

 

Støðan:

 

1.Ringsted 241932737:62541
      
2.Randers 251735681:57937
      
3.Lemvig 241455659:63433
      
4.Fredericia251429691:63830
      
5.Skive251429700:66430
      
6.Odder251348668:67230
      
7.Sydhavsøerne2413110660:61727
      
8.Ajax København251069631:64526
      
9.Otterup2411112629:63423
      
10.Skæring2510015639:67420
      
11.HØJ247215608:64516
      
12.Frederikshavn247116621:65815
      
13.Stoholm255218600:69012
      
14.FIF 251222575:7244