Fýra mál og tvey reyð kort á Sevmýri

TB-Skála 2-2 (0-1)
At Óli Johannesen var á TB liðnum var kanska íblástur hjá tvørámonnum, men TB megnaði ikki at halda stóra trýstið, sum teir løgdu fyri við

Fótbóltur

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar í botnuppgerðini á Sevmýri. Í einum lívligum dysti, har støðurnar skiftu skjótt, og spælið var betri, enn tað kann roknast við í sonnum botndysti býttu TB og Skála stigini ímillum sín. Úrslitið var 2?2, og eftir eini lítlari løtu í 2. hálvleiki sóu tveir spælarar ? ein hjá hvørjum partinum ? reyða kortið. Verjukendi miðvallarin hjá Skála, Rúni Rasmussen, varð rikin av vøllinum, tá tað restaði eitt lítið korter, og miðverjin hjá TB, Tórður Mortensen, sá reytt bara eina lítla løtu seinni.
Í fyrra førinum var talan um ógvusligt fríspark úti á miðjum vølli, og í tí seinna førinum var talan um neyðbremsu dygst uttanfyri brotsteigin. Dánial Hansen, sum hesa ferð var í miðverjuni hjá Skála, sendi langan bólt fram á vøllin. Jonhard Frederiksberg, sum var komin fyri seg eftir langt tíðarskeið, har hann hevur verið skaddur, var um at gerast púra leysur, tá Tórður Mortensen brúkti neyðbremsuna.
Í hesum seinna førinum fekk Skála mál burturúr frísparkinum. Alexander Johansen sendi framvið manngarðinum og í netið. Alexander var í álopinum saman við Marius Joensen, meðan Jonhard Frederiksberg var ytstur á miðvøllinum í høgru.
Tá Skála var komið framum 2?1, trýsti TB fyri í hvussu so er at fáa eitt stig burturúr, og tað eydnaðist. Høgur bóltur varð lagdur í Skála brotsteigin, Eugen Voda leyp upp og tóktist hava tak á, men hann misti bóltin, og so átti Kaj Roest, sum akkurát var innkomin, síðsta fótin á. Skálamenn vóru í øðini, tí teir mettu, at málverjin hevði mist bóltin, eftir at hann varð skumpaður, men tað helt dómarin, Birgir Sondum, ikki.

TB trýst
Allir fótbóltsspælarar, sum hava verið á Sevmýri, vita, at tá TB er í rætta lagnum, so leggja teir fyri við at trýsta mótstøðuliðið heilt nógv. Hvussu tað so spælir av valdast fyrst og fremst, um TB megnar at fáa úrtøku burturúr trýstinum. TB hevði onkrar góðar møguleikar at gera mál, men tað gekk striltið at fáa hol á. Dan Mortensen sendi dygst omanfyri, og ein annar møguleiki var sera stórur: Allan Mikkelsen, sum hesa ferð var í álopinum saman við Sasa, fluktaði í tvørtræið, stútaði returbóltin í tvørtræið, og so varð sent enn eina ferð í tvørtræið, áðrenn vandin var av hjá skálamonnum.
Tá eitt korter var farið, fekk heimaliðið hol á. Annar av miðverjunum hjá Skála, Pauli Poulsen, royndi at takla Sasa Radosavlovic, sum fór um koll. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og so varð uppgávan at avgreiða úr ellivu metrum løgd á útisetan í summarfrí. Óli Johannesen sendi málverjan í annað borðið og legði bóltin í hitt borðið. So var 1?0, og tað kundi kanska roknast við, at TB fór at seta uppaftur meiri ferð á fyri at blása Skála um koll.
Men soleiðis gekk tað ikki. TB trýstið linkaði, og sum fyrra umfarið leið, kom Skála meiri við í leikin, og síðsta korterið vóru tað gestirnir, sum høvdu fleiri møguleikar, enn teir á heimaliðnum høvdu, men tað eydnaðist ikki hjá Skála at fáa mál.

Hendingarríkt
Myndin vísti tað sama fyrstu løtuna eftir steðgin. Skála var ágangandi, og teir høvdu fleiri møguleikar. Marius Joensen javnaði til 1?1. Uppspælið var í høgru, innleggið var flatt, og uttarlaga úr brotsteiginum setti álopsmaðurin snilt uttaru síðuna undir bótlin, sum skrúvaði framvið TB málverjanum.
Lars Müller hevði fleiri bjargingar. Skála var næst við at fáa mál eftir uppspæl í høgru. Miðvallarin í vinstra borði, Arnold Berg, tveitti seg fram og stútaði, men TB málverjin bjargaði væl.
Á TB liðnum vóru ungdómsvenjarin Milan Cimburovic og Óli Johannesen á verjukendu miðvallar plássunum. Óli spældi skilagott, men tað var týðuligt, at hann ikki var so væl fyri, sum hann er, tá hann ikki er skaðaplágaður og er í fullgóðari venjing. Dan Mortensen, sum plagar at vera í álopinum, var hesa ferð á framrættaða miðvallarplássinum. Hann er ein fínur spælari, og hann var sera væl upplagdur ímóti Skála.
Tað kundi kanska roknast við, at TB síðstu løtuna fór at leggja nógv fyri í royndini at fáa sigursmálið. Viljin var til tað, men tað var týðuligt, at venjingarstøðan er ikki tann, sum hon eigur at vera hjá liði í 1. deild.
? Eg má bara staðfesta, at venjingarstøðan er ikki nóg góð. Men tað ber ikki til hjá okkum at fara undir tunga konditiónsvenjing, meðan dystir, sum snúgva seg um lív ella deyð í bestu deildini, eru á skránni hvønn sunnudag. Tað mugu vit bíða við, innti vit fara at fyrireika okkum til seinnu helvt av kappingini, sigur Lynge Nielsen, sum nú er venjari á Tvøroyri.

Dysturin í tølum
TB-Skála 2-2 (1-0)
1-0: Óli Johannesen (br.), 23
1-1: Marius Joensen, 46
1-2: Alexandur Johansen, 81
2-2: Kaj Roest, 82
Dómari: Birgir Sondum

TB: Lars Müller ? Tórður Mortensen, Vladimir Matijvic, Nebosja Urtajl ? Olivur Abrahamsen, Milan Cimburovic, Dan Mortensen, Óli Johannesen, Bárður Dimon ? Allan Michelsen, Sasa Radosavlovic
Eugen Voda ? Ronnie Hansen, Pauli Poulsen, Dánial Hansen, Áki Petersen ? Jonhard Frederiksberg, Rúni Rasmussen, Kári Nielsen, Arnold Berg ? Marius Joensen, Alexander Johansen