Fýra mál og stig til Rók og Teis ímóti oddaliðnum

Rókur Akralíð og Teis Horn Rasmussen fingu óvænta stig í dag

Teir báðir føroyingarnir í HEI Skæring hava fingið trupla byrjan á kappingarárið í donsku fyrstu deild.

Eftir átta dystir lá felagið hjá Róki Akralíð og Teisi Horn Rasmussen næstniðast við tveimum stigum.

Tí mundu tey fæstu vænta at HEI skuldi fáa úrslit ímóti oddaliðnum, TMS Ringsted á útivølli í dag. TMS Ringsted hevði vunnið átta av sínum níggju dystum áðrenn leygardagin.

Kortini var Teis Horn Rasmussen vónríkur, tá ið hann prátaði við FM1 í gjár, og tað skuldi ikki vísa seg at vera uttan orsøk.

Hoyr samrøðuna á FM1 við at trýsta HER

Rókur Akralíð legði HEI fram um 1-0, fimm minuttir seinni javnaði Teis Horn Rasmussen til 3-3 og liðini bæði fylgdust allan vegin til steðgin, har føroyingafelagið var á odda 13-12.

HEI hevði hug at økja í seinna hálvleiki. Rókur Akralíð økti upp í 17-15 og leiðslan kom upp á trý løtu seinni. Men favorittarnir úr Ringsted góvu seg ikki. Teir fingu javnað áðrenn Teis Horn Rasmussen legði HEI fram um aftur til 22-21.

Men Ringsted svaraði aftur og tá ið eini tíggju sekund restaðu í, sá svart út hjá føroyingunum og HEI, tí Ringsted var á odda 27-26 og hevði bóltin eftir time-out.

Men tvey sekund seinni lá hann í netinum hinumegin, og so endaði dysturin við úrslitinum 27-27 til stóra ónøgd fyri TMS Ringsted og navnframa venjaran Christian Dalmose, ið júst sum dysturin var liðugur nýtti høvi at mótmæla alment ímóti avgerandi løtuni.

Ringsted - HEI, Skæring 27-27 (12-13) (hbold.dk)

Ringsted: Nicolai Nørager 12, Jakob Jessen 3, Oskar Rasmussen 2, Simon Omme 2, Anton Bramming 2, Morten Jensen 2, Sebastian Thor 1, Mads Dudek 1, Michael Riis 1, Morten Nyberg 1.

HEI, Skæring: Nicolai Nielsen 9, Mikkel Münter 4, Daniel Holleufer 4, Frederik Krarup 4, Teis Rasmussen 2, Rokur Akralid 2, Jesper Kristensen 1, Mads Jensen 1.

Les eisini

Jónas og Rói vunnu á topp-liði hóast trupulleikar

Støðan í donsku fyrstu deild (haandbold.dk):

NRLiðDVJT+/-
1 TMS Ringsted 10 8 1 1 310 - 246 17
2 Skive fH 10 7 1 2 288 - 271 15
3 Otterup HK 10 7 0 3 284 - 270 14
4 HC Midtjylland 10 6 0 4 280 - 268 12
5 Team Sydhavsøerne 10 6 0 4 283 - 261 12
6 HC Odense - Herrer 10 5 0 5 302 - 276 10
7 Ajax København 10 4 2 4 271 - 270 10
8 HØJ Elite 10 5 0 5 268 - 269 10
9 IK Skovbakken 8 4 1 3 224 - 223 9
10 TM Tønder Håndbold 10 4 0 6 266 - 281 8
11 FIF 10 4 0 6 246 - 266 8
12 Odder Håndbold 9 2 0 7 236 - 262 4
13 HEI, Skæring 9 1 1 7 197 - 231 3
14 Roskilde Håndbold 8 1 0 7 199 - 260 2