Hagtøl
13 mál vóru skorað í 3.umfari í 1.deild. Áhugavert er, at einans 4 mál av hesum 13 eru skotin av leikarum, sum eru uppladir í teimum feløgunum, sum fingu málini. Talan er um Una Arge í HB, Jákup á Borg í B36, Christian Høgna Jacobsen í NSÍ og Sonna Johansen úr FS Vágum.
Hinuvegin vórðu øll trý málini hjá gøtumonnum í Gundadali skotin av upprunaligum NSÍ-arunum, klaksvíkingurin Rógvi Jacobsen gjørdist málskjútti hjá HB, vágbingurin Pól Thorsteinsson hjá B36. Súni Fríði Johannesen úr B68 skoraði ímóti barndomsfelagnum hjá sær NSÍ, meðan póllendingurin hjá VB, Marek Vierzbicki, gjørdi tað sama ímóti sínum liðfeløgum í fjør úr KÍ. Nýggja hetjan hjá klaksvíkingum, Aleksander Djordjevic, er akkurat komin til Føroya úr Jugoslavia.










