Fýra litríkir dansarar í Skálafirði

-<DPTAB>    Vit dansa fyri Harran, tí tað var hann sum skapti dansin, siga fýra trúgvandi gentur, sum eru í dansibólkinum "Colour". Tær hava royndir á palli, og skulu næstu ferð dansa á páskastevnuni seinni í hesum mánaðinum.

Keldan, Skálafjørður: Tað er einki ljós í gongini og heldur ikki inni í tí stóra møtisalinum henda leygardagin á middegi.
Úr møtisalinum ljómar tó harður rokktónleikur, men á pallinum er eingin tónleikari. Har eru heldur eingir áhoyrarar. Tónleikurin kemur úr einum vanligum fløguspælara, sum er settur í høgru síðu á pallinum.
Men har ? frammanfyri pallin, har er lív í. Fýra ungar gentur eru í ferð við at venja ein dans. Ein dans tær sjálvar finna uppá, út frá tí tónleikinum, sum ljómar úr fløguspælaranum.
Við alskyns rørslum royna tær at finna eitt felags stev og rørslur til tónarnar frá bólkinum Pillar, sum framber ein sang á enskum máli.
Tær steðga á eina løtu, tosa síðani saman og byrja síðani av nýggjum. Tað vísir seg at tað er serliga ein passaga í sanginum og dansinum, sum gevur teimum høvuðbrýggj. Tær tosa saman eina løtu um hetta, og royna aftur. Hesa ferð gekk munandi betri.
-Vit dansa fyri Harran, tí tað var hann sum skapti dansin, siga tær fýra í dansibólkinum, sum hevur navnið "Colour".
Tær hava verið saman í skjótt trý ár, og venja nú fram móti páskastevnuni, sum í ár verður í Kelduni.
Í danibólkinum eru: Tórfríð Arnfríðardóttir úr Skálafirði, Siri Johansen av Eiði, Anja Bjerkenes úr Saltangará og Heidi Nónklett Jacobsen av Glyvrum.
- Í dag byrjaðu vit klokkan hálvgum ellivu. Og so plaga vit at halda á í tveir ella tríggjar tímar, siga tær.

Litríkur dansur
Nýggi samkomubygningurin hjá Kelduni í Skálafirði hevur longu staðið sína roynd fleiri ferðir. Og tað fer hann aftur á gera seinni í hesum mánaðinum, tá árliga páskastevnan verður hildin her á fyrsta sinni.
Á páskastevnuni í ár fara fleiri talarar og sangbólkar at luttaka. Millum tey sum fara at luttaka við sangi og tónleiki - og eisini dansi - á hesi páskastevnuni er hesin dansibólkurin.
At hesar fýra genturnar kalla seg fyri Colour ? ella lit ? er ikki av tilvild.
-Vit vildu faktiskt hava eitt navn sum var farvuríkt. Og tá Gud er farvuríkur, hildu vit at "Colour" er eitt gott navn til okkara bólk, siga tær fýra í bólkinum.
Her er ikki talan um ein tónleikabólk, soleiðis sum ein vanliga kennir tað. Hesar genturnar spæla ikki nakað ljóðføri og tær syngja heldur ikki, men tær dansa eftir tónleikinum hjá øðrum.
-Vit halda, at ein kann gott dansa frammanfyri Gudi, tí tað var hann sum skapti dansin.
-Dansurin er tí at meta sum ein tilbiðjan til Gud, skaparin. Tí dansa vit, siga tær.
Hóast Colour er nýggjur bólkur so hava tær longu fleiri ferðir staðið á palli. Tær vóru m.a. við á Gospelprix?inum, tær hava framført í Margarinfabrikkini í Havn, eins og tær hava luttikið á Páskastevnunum hjá samkomuni.
-Tað næsta stóra tiltakið hjá okkum er Páskastevnan, sum verður her í Kelduni. Og tað gleða vit okkum til, sigur tær við ein munn.

Orðini telja nógv
Tað verða givnar út í hópatali av fløgum hvørt einasta ár, so har er nógvur tónleikur at velja í.
Men ein slíkur dansibólkur sum Colour ? velja tær fyrst eftir tónleikinum, ella eru tað orðini í sanginum sum telja?
-Tað byrjar við at vit fyrst finna eitt gott lag, og síðani byrja vit at venja. Vit hava ongan leiðara, men finna so líðandi fram til eitt gott úrslit í samstarvi.
-Men tað vil so als ikki siga, at vit ikki hugsa um tekstin. Hann leggja vit sera stóran dent á, siga tær fýra.
Henda leygardagin í Kelduni vóru tær farnar undir at venja ein sang hjá einum bólki, ið kallast Pillar.
Hesin sangurin snýr seg um at ongum skal nýtast at skamma seg við at vera ein trúgvandi.
- Tað er, sum teksturin sigur tað so gott ? "ashamed to be ashamed" yvir tað sum vit trúgva á. Ikki goyma tað, men vísa tað fyri øðrum, soleiðis at vit kunnu vera fyrimyndir fyri hini.