Í dag hava fýra listafólk fingið heiðursløn. M. A. Jacobsens virðislønin fyri fagrar bókmenir í ár fór til Jóanes Nielsen, barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2012 varð latin til Hjørdis Johansen, virðislønin fyri yrkisbókmentir varð latin Eivind Weyhe, og virðislønin fyri mentanaravrik varð latin Jens-Kjeld Jensen.
Virðislønin fyri fagrar bókmentir verður í ár latin Jóanesi Nielsen fyri skaldsøguna Brahmadellarnir frá 2011. Nevndin sigur í grundgevingini, at bókin er ein postmodernað og søgulig skaldsøga við nútíðini sum rammu.
Tíð og rúm, veruleiki og fiktión, sjálvævisøga og tjóðarsøga eru fínliga vovin saman til eina avbjóðandi lesiuppliving, har kausaliteturin ikki fylgir tí skilvísi, vit eru von við.
Á løttum, einskildum máli fær Jóanes lýst torskilda mannalyndið, eisini har tað víkur frá. Mannalagnur, sum eru fyri sosialum, samfelagsligum og kynsligum ágangi og vanbýti, verða lýstar bersøgið og rátt, men við listfrøðiligum snildum, sum geva skaldsøguni listaliga dygd.
Søguliga skaldsøgan hevur í Brahmadellunum fingið nýggjan ham, har søgan skapar ta listfrøðiligu útsøgnina.
Barnamentanarheiðurslønin
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2012 varð latin til Hjørdis Johansen. Nevndin sigur í grundgevingini, at fjølbroytta og virkna leiklistakvinnan er íbirtari og stigtakari til Dramaverkstaðið, ið hevur mong ár á baki.
Við dirvi og dugna hevur hon gjørt leiklistagreinina fródliga og forvitnisliga hjá okkara børnum og ungu. Við hepnari hond, hegni og sínum bragdliga lyndi hevur Hjørdis Johansen givið listaverkstaðnum sín serkenda dramadám í tónleiki og sjónleiki bæði úti og heima.
Úr heimliga søgu- og sagnarvarða okkara hevur listakvinnan lagt doyin á at geva siðsøgugoymsluni ans. Sangbæru og beinraknu barnasangirnir við Hjørdis og gentunum minnast vit sum nakað heilt serligt, teir eru lívsseigir og hoyrast javnan sungnir í skúlum og barnagøðrum.
Yrkisbókmentir
M. A. Jaocbsens virðisløn fyri yrkisbókmentir 2012 varð latin Eivindi Weyhe. Nevndin sigur, at bøkurnar, hann hevur latið úr hondum, eru framúr úrslit av nærlagdari gransking og tilfar til víðari gransking.
Í bókini Hentzasavn heur Eivind á filologiskan hátt greitt til prentingar fyrstu kvæðini, sum Jóhannes í Króki skrivaði upp í 1819. Sama arbeiðslag eyðkennir Í miðjum grasagarði við kvæðum úr Suðuroy.
Í heildarverkinum Eivindaródn eru mál- og navnafrøðiligar greinir og aðrar greinir eftir Eivind um kvæði savnaðar. Hear tríggjar útgávurnar eru úrslit av tí málvísindaliga arbeiðslag, ið eyðkennir alt, ið Eivind hevur avrikað til fragd og lærdóm hjá okkum lesarum.
Mentanaravrik
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2012 er í ár latin Jens-Kjeld Jensen. Nevndin sigur, at hann síðan hann kom til Føroya í 1970 hevur granskað føroysku náttúruna sum fáur.
Hann tók við virkseminum hjá Niels á Botni sum fuglakennari og útstappari, og úr Nólsoy hevur hann við árunum eggjað fólki um alt landið til at halda eyga við fuglum. Ivasamt er, um nakar áhugaverdur fuglur er í føroyskum loftrúmi, uttan at Jens-Kjeld veit av tí. Náttúrualskurin er so stórur, at hann rúmast ikki í fuglum. Alt djóra- og plantulív hevur hansara áhuga.
Jens-Kjeld hevur í væl meir enn ein mansaldur mint okkum á at fara væl um náttúruna. Hann kemur javnan við ávaringum, tá ið okkurt djóra- ella plantuslag ella náttúran í síni heild er hótt.