Fýra lið stavn um stavn

Meistaradeild kvinnur:
Grundspælið í meistaradeildini hjá kvinnum er komið at enda, og har liggja fýra lið at kalla púra jøvn í oddinum.

Farna vikuskifti vóru síðstu dystirnir á skránni í grundspælinum í meistaradeildini hjá kvinnum, og eftir fyrstu 10 umførini kunnu vit bert staðfesta, at kappingin í oddinum er sera hørð. Bert tvey stig skilja fremstu fýra liðini, meðan tvey tey aftastu liðini eru dottin eitt sindur úr kappingini.
Komandi vikuskiftið vera fyrstu dystirnir í endaspælinum á skránni, og nú fara stigini veruliga at telja. Tey bæði botnliðini, sum ikki hava havt ta bestu gongdina í grundspælinum, fáa nú ein nýggjan møguleika at gera seg galdandi.
 
ÍF og Dráttur vunnu grundspælið
Eftir fyrstu 10 dystirnar í ár eru tvey lið, sum hava lagt seg á odda í bestu kvinnudeildini. ÍF og Dráttur hava verið partar av oddastríðnum í alt ár, og tí er einki at siga til, at júst hesi bæði liðini hava lagt seg á odda.
Kappingin hevur tó verið sera jøvn í ár. At kalla alla kappingina hava trý lið kappast um oddasessin, tí TB hevur ligið í hølunum á ÍF og Drátti. Til tíðir hava tær eisini vera framman fyri, men í síðsta umfari av grundspælinum megnaði ÍF at vinna í Trongisvági, tí eru tað júst ÍF og Dráttur, sum nú liggja á odda.
Hesi trý liðini eru tó ikki tey einastu, sum hava gjørt um seg í landskappingini í ár. SÍ fekk eina heldur keðiliga byrjan, og tær høvdu ilt við at fáa gongd á spælið fyrstu dystirnar. Síðstu dystirnar hava tær tó víst rættiligt stórspæl, og hetta hevur ført tær heilt upp í oddin, har tær nú liggja javnar í stigum við TB, bert tvey stig aftanfyri oddaliðini.
 
KÍF og Mjølnir fáa nýggjan møguleika
Meðan fýra lið kappast í oddastríðnum, so er tvey av liðunum, sum ikki rættiliga hava fingið gongd á spælið í ár. KÍF og Mjølnir liggja í løtuni og kappast um tey bæði aftastu plássini, men nú fáa tey ein nýggjan møguleika at gerast partar av toppinum.
Sjálvt um hesi bæði liðini liggja aftast, so hava tey tó víst gott spæl í fleiri dystum í ár. Á fimta plássi hevur KÍF bert vunnið tveir dystir. Tær hava millum annað tapt fýra dystir eftir javnbrótara, so við eitt sindur av hepni kundi úrtøkan verið væl betri hjá kvinnunum úr Kollafirði
Á aftasta plássi finna vit Mjølnir, sum er mest vinnandi liðið í føroyskum kvinnuflogbólti. Tær hava eisini vunnið tveir dystir, og liggja tí javnar í stigum við KÍF. Hjá teimum hevur ikki gingið serliga væl í ár. Tær hava tikið til takkar við nógvum 0-3 tapum, men síðstu dystirnar hevur gongdin verið heldur betri. Í áttanda umfari vunnu tær m.a. á Giljanesi ímóti Drátti, sum tá lá einsamalt á odda.
Eftir grundspælið vóru heili 10 stig á muni millum tey bæði botnliðini og oddaliðini, men nú stigini vera hálverað, eru bert fimm stig á muni. Tí er ikki óhugsandi, at hesi bæði liðini við góðum vilja kunnu stríða seg upp í oddin.
 
Sera jøvn kapping
Eftir grundspælið kunnu vit nú bara staðfesta, at kappingin í bestu kvinnudeildini hevur verið sera jøvn. Í løtuni stríðast fýra feløg um FM-heitið, og einki av hesum feløgum kunnu sigast at vera favorittur. Í løtuni eru ÍF og Dráttur tó eitt lítið fet framman fyri TB og SÍ.
Ikki bara sjálv kappingin er tøtt. Flestu dystirnir í bestu deildini hava eisini verið sera tættir. Ein triðingur av teimum 30 dystunum, sum eru leiktir í ár, eru avgjørdir eftir javnbrótara, og tí kann sigast, at munurin á liðunum er ikki serliga stórur í ár, og hetta sæst sjálvandi aftur á stigatalvuni.
Vit kunnu ikki meta um, hvussu endaspælið fer at vera. Vit kunnu tó vóna, at kappingin í endaspælinum fer at vera líka jøvn, sum grundspælið hevur verið, og at líka nógv feløg fara at liggja og kappast um meistaraheitið, tá kappingin fer at líða ímóti endanum.