Fýra lesandi handtikin fyri at dansa

Í Egyptalandi eru fýra lesandi nú handtikin fyri at dansa tað víðagitna dansefyribrigdi Harlem Shake, sum í hesum døgum herjar á YouTube.

 

 

Dansifyribrigdi Harlem Shake vindur alsamt uppá seg, og kring allan knøttin leggja fólk upptøkur av sær sjálvum og øðrum út á netið, meðan tey dansa.

 

Tað gjørdu fýra lesandi í Egyptalandi eisini, men hesi vóru í gjárkvøldið handtikin. Løgreglan í norðurafrikanska landinum sigur í dag við Reuters, at tey hava handtikið fýra lesandi, sum filmaðu meðan tey dansaðu runt í undirklæðum í gøtunum í Kairo.

 

Tey lesandi høvdu sambært løgregluni skakað fleiri av íbúgvarunum í einum øki í Kairo. Fleiri fólk, sum gingu framvið, vóru so provokeraði av dansinum, at tey valdu at leggjast á unglingarnar.

 

Harlem Shake hevur sambært DR uppruna í Avstralia, har ein bólkur av tannáringum fyri nøkrum vikum síðani løgdu upptøkur á YouTube við navninum "The Harlem Shake (TSCS original). Síðani tá er upptøkan sædd yvir 16 milliónir ferðir, og tað hevur fingið fleiri túsund onnur til at gera júst tað sama.

 

Harlem Shake er, at ein persónur - mangan við onkrum á høvdinum - byrjar at dansa, uttan at nakar í nánd varnast hetta. Men tá ið bassurin byrjar, blaka øll onnur alt frá sær, og byrja at dansa.