- Vit rokna við, at fýra línuskip koma inn mánadagin. Tey flestu hava roynt á djúpum vatni og fiska brosmu og longu. Onkur hevur tó nakað av toski og hýsu. Seinni í vikuni koma eisini fleiri línuskip. Eisini tey hava fyri tað mesta fiskað brosmu og longu - og so nakað av toski og hýsu.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum um línuskipini fyri næstu viku.
Lagt verður aftrat, at ein línubátur eisini hevur verið undir Íslandi.
Um útróður, sigur marknaðurin, at streymurin verður harður fyrst í næstu viku, men er avtakandi. Veðrið sær ikki út til at blíva nakað serligt, og tí verður ikki roknað við nógvum útróðrarfiski, men kanska verður nakað, sum næsta vika líður.
Djúpvatnstrolararnir, sum eru til fiskiskap, fiska upsa, og lítið er av hjáveiði. Sum heild er fiskiskapurin smáligur.
Seks partrolarar eru farnir á gulllaksaveiði, men hinir allir fiska upsa. Upsaiskiskapurin er smáligur.
- Trolbátarnir eru allir inni í dag, og óvist er, nær teir fara útaftur. Fiskiskapurin hjá teimum er so vánaligur, og bátarnir hava ikki so nógvar fiskidagar eftir.
Fiskamarknaður Føroya sigur, at tvey skip, sum plaga at landa í Føroyum, eru til fiskiskap.
- Ein fiskar havtasku, og ein fiskar svartkalva, og báðir landa væntandi mikudagin, verður lagt aftrat.