Fýra línuskip landað í Klaksvík

Á Fiskamarknaðinum í Klaksvík merkja tey ikki nógv til norðhavsróðurin

Fiskivinna

Í vikuni hava línuskipini, Kvik og Núpur, selt um Fiskamarknaðin Føroya í Klaksvík, og Ågot og Polarstjørnan hava selt beinleiðis til Kósina.
Kvikk, sum landaði mikudagin, hevði sløk 80.000 pund og Núpur, sum landaði hósdagin, hevði sløk 120.000 pund.
Ågot og Polarstjørnan høvdu ávikavist, 170.000 og 140.000 pund í part.
Á Fiskamarknaðinum í Klaksvík siga tey seg ikki hava merkt nakað serligt til norðhavsróðurin.
- Vit vænta, at flestu bátar, sum royna við snellu eftir várfiski, leggja veiðina upp á Eiði og øðrum bygdum norðanfyri, siga tey í Klaksvík.
Fiskamarknaðurin selir tó fiskin hjá nógvum útróðrarbátum í Klaksvík, sum eru úti, tá roynandi er. Fleiri royna við línu og onkur við snellu.
- Seinastu dagarnar hevur streymurin verið harður, men nú fer hann at linka aftur.
Útróðrarbáturin, Gudrun, seldi um Fiskamarknaðin í Klaksvík fríggjadagin; teir høvdu 7.000 pund á eini setu.