- Vit mugu vita, um tað er galið við lógini, ella um tað er galið við løgnanni.
Tað er orsøkin til, at Magni Laksáfoss og aðrir løgtingslimir nú royna at fáa nóg stóra undirtøku í Løgtinginum til at seta ein kanningarstjóra at kanna virksemið hjá øllum teimum fýra løgmonnunum, sum hava sitið, síðani nýggja stýrisskipanin kom í gildi í 1995.
Talan er um løgmenninar Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard og Kaj Leo Johannesen.
Hesi seinastu árini hevur tað ferð eftir ferð víst seg, at landsstýrið brúkar nógv meiri pening til ymisk endamál, enn tað er játtað á fíggjarlógini.
Hetta er eisini ein meirnýtsla, sum landsgrannskoðarin ferð eftir ferð hevur átalað.
Eisini landsstýrismálanevndin hevur staðfest, at landsstýrisfólk hava brúkt pengar ólógliga.
Góðar vónir
Hinvegin verður staðfest í stýrisskipanarlógini, at tað er løgmaður, sum hevur eftirlit við virkseminum hjá landsstýrisfólkunum.
Men tað eru fleiri løgtingslimir sum nú reisa spurningin við um teir ymsu løgmenninir hesi árini hava verið sína uppgávu vaksnir og hava røkt sína eftirlittskyldu so væl, sum lógin krevur.
Fyri at fáa slíkan kanningarstjóra, skulu 14 tinglimir skriva undir eina áheitan á formansskapin um at seta hann og so skal formansskapurin seta kanningarstjóra
Tað eru góð útlit fyri, at neyðug undirtøka fæst fyri eini slíkari áheitan formansskapin, tí tað eru eisini tinglimir úr samgonguni, sum hava skrivað undir, umframt at meginparturin av andstøðuni, kanska øll andstøðan, skrivar undir.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi heldur, at tað er altavgerandi at staðfesta ábyrgdina fyri tað, sum er farið fram og tekur sostatt undir við kanningini.
Hinvegin er Heini O. Heinesen meiri ivingarsamur, tí hann dugir ikki at síggja nakað endamál við hesum uttan at fylla lummarnar hjá onkrum løgfrøðingi.
Av samgongulimunum høvdu Magni Laksáfoss og Edmund Joensen skrivað undir í morgun, men fleiri tinglimir úr andstøðuni eisini høvdu skrivað undir.
Ikki nokk
Nú varð upplýst í tinginum í gjár, at fíggjarstýringin batnar, tí í 2008 var meirnýslan 158 milliónir, men fyribils tøl vísa, at í fjør var hon bara 20 milliónir. Hví er tað so neyðugt at brúka pengar upp á ein kanningarstjóra, tí ið tað gongur rætta vegin?
- Vit halda, at tað hevur stóran týdning at fáa hetta staðfest, hví fíggjarstýringin er so linlig, um tað veruliga er so,at løgmenninir hava misrøkt sína skyldu, ella um tað er stýriskipanin, sum ikki er nóg nágreininliga orðað á hesum øki, sigur Magni Laksáfoss.
- Tá ið tað er staðfest, ber til at taka tey stig, sum eru neyðugt fyri at bøta um fíggjarstýringina.
Hann sigur, at hóast ein slík kanning kostar nakrar hundraðtúsund krónur, er hon neyðug, tí verða brekini rættað, er peningurin skjótt vunnin inn aftur.
Men verður úrslitið av kanningini, at løgmenn hava misrøkt sína skyldu, skal tað so fáa avleiðingar.
Tað má Løgtingið avgera, sigur Magni Laksáfoss.