Fýra kavarar fingið prógv

Hósdagin 16. februar 2006 fingu fýra OWD-kavarar altjóða góðkend kavaraprógv frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík

Næmingarnir hava síðan 3. februar fingið undirvísing og staðið royndir í ástøði, kaving í svimjihøll og kaving í sjónum. Fleiri av næmingunum hava verið so væl nøgdir við kavingina, at teir hava ætlanir um at útbúgva seg meira innan kaving.

Hesir hava fingið altjóða góðkend kavaraprógv frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík, f.v.: Egi G. Danielsen, Strendur, Bárður Jacobsen, Klaksvík, Emil Biskupstø, Klaksvík, Ingimund A. Hansen, Fuglafjørður, og Janus Joensen instruktørur, Klaksvík