KAPPRÓÐUR
Tað verður langt millum stevnurnar næsta summar, tá ið flaggskipini í kappróðrinum, 10-mannaførini, fara at kappast á 2000 metrum. Av teimum sjey kappróðrarstevnunum verður tað bara á sundalagsstevnuni í Hósvík og á eystanstevnuni í Runavík, at tað verður møguleiki at kappast á longsta teininum.
Í Klaksvík verður kappast á 1000 og 1500 metrum, og á jóansøku í Vági, fjarðastevnu í Vestmanna og vestanstevnu í Miðvági verður tað bara kappast á 1000 metrum. Á ólavsøku er málið 901,30 metrar.
Hvørt vikuskifti í juni
Fyrr í heyst hevur ljóðað, og tað hevur eisini verið at sæð á onkrari heimasíðu, at fyrsti kappróðurin skuldi verða í Klaksvík longu 24. mai. Í yvirlitinum, sum Róðrarsamband Føroya nú hevur kunngjørt, sæst, at norðoyastevnuaftan verður hvørki leygardagin 24. mai ella leygardagin 31. mai. norðoyastevnuróðurin verður fyrsta leygardagin í juni, sum í 2008 verður 7. juni. Ofta plagar hvítusunnan at vera um mánaðarskiftið mai/juni. Í 2008 verður hvítusunnudagur longu sunnudagin 11. mai.
Harvið er tað greitt, at tað verður stutt millum kappróðrarnar næsta summar. Á yvirlitinum hjá Róðrarsambandinum sæst, at tað frá tí, at fyrsti róðurin hevur verið á norðoyastevnu leygardagin 7. juni og fram til síðsta róðurin, sum – soleiðis sum tað altíð hevur verið – verður á ólavsøku, er tað bara eitt frívikuskifti og so ein stór vika afturat.
Fyrsti róðurin verður á norðoyastevnu í Klaksvík leygardagin 7. juni. Vikuskiftið eftir, leygardagin 14. juni, verður kappast á sundalagsstevnu í Hósvík, næsta leygardagin, 21. juni, verður kappast á jóansøku í Vági, og fjórði kappróðurin í juni verður á eystanstevnu, sum verður í Runavík leygardagin 28. juni.
Í juli verða tríggjar kappróðrarstevnur: fjarðastevna í Vestmanna verður 5. juli, vestanstevna í Miðvági verður 12. juli, og so verður ein lítið steðgur, áðrenn tað verður rundað av á ólavsøkuaftan. Ólavsøkuaftan verður í 2008 ein mánadag – mánadagin 28. juli.