Fýra kappróðrar í juni

Tað verður stutt millum kappróðrarnar næsta summar. Róðrarsamband Føroya hevur kunngjørt, nær róðrarnir verða. Á yvirlitinum sæst, at tað frá tí, at fyrsti róðurin hevur verið á Norðoyastevnu leygardagin 7. juni og fram til síðsta róðurin, sum ? soleiðis sum tað altíð hevur verið ? verður á Ólavsøku, er tað bara eitt frívikuskifti og so ein stór vika afturat.

Fyrsti róðurin verður á Norðoyastevnu í Klaksvík leygardagin 7. juni. Vikuskiftið eftir, leygardagin 14. juni, verður kappast á Sundalagsstevnu, næsta leygardagin, 21. juni, verður kappast á Jóansøku, og fjórði kappróðurin í juni verður á Eystanstevnu, sum verður leygardagin 28. juni.

Í juli verða tríggjar kappróðrarstevnur: Fjarðastevna verður 5. juli, Vestanstevna verður 12. juli, og so verður ein lítið steðgur, áðrenn tað verður rundað av á Ólavsøkuaftan.

Ólavsøkan verður long næsta ár. Ólavsøkuaftan verður mánadagin 28. juli.