- Ja, vit høvdu fýra kandidatar, sum allir vóru egnaðir at gerast nevndarformaður í Atlantsflog. Tað sigur Kaj Johannesen, sum var formaður í setanarbólkinum, ið gjørdi innstillingina til aðalfundin 8. mars í fjør.
Kaj Johannesen var næstformaður í nevndini fyri Atlantsflog, men tók við sum fyribils formaður, tá Bjarni Askham Bjarnason gjørdist aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, 1. januar í fjør.
Tað var tí uppgávan hjá Kaj Johannesen at føra aðalfundarsamtyktina frá 2012 um tilnevning av nevndarformanni og –limum út í lívið.
Kaj Johannesen er tó fáorðaður um ta tilgongd, ið hann stóð fyri.
- Vit høvdu fýra kandidatar. Tann eini av hesum fýra var Niels Mortensen, og hann varð sum kunnugt seinni valdur til nevndarformann, sigur Kaj Johannesen.
Í aðrari grein her á síðuni greiðir Bergur Poulsen frá, at hann var til samrøðu við setanarbólkin. Kaj Johannesen hevur ongar viðmerkingar til hesi tíðindi, og hann ynskir heldur ikki at svara uppá, um aðrir kandidatar, til dømis Niels Mortensen, vóru til samrøðu við setanarbólkin.
- Nei, tað havi eg ongar viðmerkingar til, sigur Kaj Johannesen.
Spurdur, hvussu setanarbólkurin fann sínar kandidatar, svarar Kaj Johannesen:
- Vit hugdu okkum um eftir kandidatum, sum høvdu teir eginleikar, ið vit ynsktu, sigur Kaj Johannesen, sum tó ikki vil svara uppá, um hesir kandidatar nú eisini vóru til samrøðu hjá setanarbólkinum.
Tað nærmasta, ið vit koma einum svari, er hetta:
- Man skjýtur ikki ein kandidat upp, sum man ikki hevur tosað við, og sum hevur játtað at taka við uppgávuni, sigur Kaj Johannesen.
Í aðrari grein her á síðuni upplýsir Niels Mortensen, at hann ongantíð var til nakra samrøðu við setanarbólkin.
Eingin raðfesting
Sambært Kaj Johannesen vóru øll fýra nøvnini javnsett. Tað vil siga, at eingin raðfesting varð gjørd í innstillingini.
- Nei, tað gjørdu vit ikki. Vit hildu, at allir fýra persónarnir vóru egnaðir til at vera nevndarformaður í Atlantsflog, sigur Kaj Johannesen.
Í aðrari grein her á síðuni førir størsti privati partaeigarin á, at setanarnevndin tók sína skyldu í álvara, metti um hóskandi formansevni og gav síðani sítt greiða tilmæli. Men sambært Adrian Noskwith var hetta eitt spæl fyri gallarínum, tí tilmælið varð skúgvað til viks av landsstýrismanninum.
- Vit deila ikki hansara fatan av støðuni, svarar Kaj Johannesen kritikkinum frá Noskwith.
Táverandi nevndarformaðurin og formaður í setanarnevndini hevur tó trupult við at greiða frá niður í smálutir, hvussu setanarnevndin lat sítt arbeiði víðari.
- Tilmælið varð latið høvuðspartaeigaranum, sum jú velur allar nevndarlimirnar, sigur Kaj Johannesen.
Kaj Johannesen sigur seg tó ikki minnast, um hann lat landsstýrismanninum ein lista við nøvnunum, ella boðini vóru latin umvegis telefonina.









