Tríggjar Føroya Bjór øl og ein Restorff?s øl. Tað er úrvalið av jólaøli, sum Føroya Bjór hevur sent á marknaðin
Av Føroya Bjór siga tey, Jólabryggj er heldur dimmari bjór. Smakkurin er frískur, kryddaður við góðum malt- og humlusmakki. Jólabryggið frá Føroya bjór, ið er tað góða gamla vit kenna, hevur í fleiri ár vunnið heiðurin sum tað besta í kongaríkinum.
Restorff?s Jólatrøll er ein meira kryddað bjór. Tær síðstu ølirnar, sum Føroya Bjór hevur sent á marknaðin eru bryggjaðar í avmarkaðari nøgd. Hesi eru bryggjað eftir belgiskum íblástri við fleiri spennandi natúrkryddaríum umframt úrvaldari humlu og eisini Kvann, sum føroyskt krydd í aðrari. Talan er um eina Green Islands Special og X-MAS 1888. Hesi sløgini hava meira fyllu í smakkinum. Jólabryggj riggar væl til ræst kjøt, riv og allan góðan føroyskan mat. Eisini til gás ella fleska- og oksasteik. Til kryddaðan mat riggar jólabryggj eisini, men kann eisini bara njótast í góðum selskapi.
Nú ber til at keypa gávupakkar og smáar trækassar við ymiskum bjór sløgum.
Í GRAMS í Sosialinum í gjár ummælir Mortan í Hamrabyrgi Jólabryggj, Green Islands Special og Jólatrøllið.
Tær báðar Føroya Bjór ølirnar fáa fýra stjørnur, meðan Jólatrøllið hjá Restorff?s fær tvær.










