Fýra starvsfólk við útlendskum ríkisborgararætti umborð á snarleiðini - Roald Amundsen - eru staðfest smittað við covid-19. Sambært norskum miðlum eru øll tey smittaðu løgd inn á sjúkrahús, og nú noyðast bæði ferðafólk og manning - ella 337 fólk í tali - í sóttarhald.
Talan er um 177 ferðafólk og 160 av manningini, sum eftir korona-tilburðirnar umborð nú noyðast í sóttarhald. Tað var norski miðilin - nordlys.no - sum fyrst bar tíðindini um covid-19 tilburðirnar umborð á Roald Amundsen.
Í samrøðu við VG váttar borgarstjórin í økinum, at talan er um fýra tilburðir umborð á skipinum, men borgarstjórin sigur seg ikki vera fullgreiðan yvir, um øll eru løgd inn á sjúkrahús, soleiðis sum norskir miðlar seinnapartin í dag hava skrivað.
- Vit hava sett manningina í sóttarhald umborð á skipinum, og øll ferðafólkini eru eftir áheitan frá okkara smittuverjumyndugleikum eisini biðin um at fara í sóttarhald. Tað eru tey ferðafólk, sum komu við skipinum seinasta fríggjamorgun, sum skulu í sóttarhald, sigur borgarstjórin.
Reiðaríið, sum eigur skipið, arbeiðir nú eisini við at fáa fatur á øllum teimum, sum vóru við Roald Amundsen millum 17. og 24. juli, skriva norskir miðlar í kvøld.