Fýra heiðursmerki til bogaskúttarnar

Í dag kappaðust bogaskúttarnir í sokallaðari head to head kapping, har kappast var ein ímóti einum. Og tað má sigast, at tað gekk væl hjá føroysku skjúttunum.

 

Føroysku menninir fingu tvey heiðursmerki í land. Jógvan Niclasen vann gull, meðan Absalon Hansen tók bronsuna við at vinna á Hans Peturi Højgaard.

 

Kvinnusíðan vann somuleiðis tvey heiðursmerki. Tað betra av teimum vann Sigrid, tá hon tryggjaði sær gull, meðan dóttir hennara, Annika, vann silvur í eini aðrari finalu.