Soleiðis skrivar fakfelagið hjá føroyskum fjølmiðlafólkum í tíðindaskrivi um dagarnar.
Og tá tey siga »tað allarbesta av føroyskum journalistikki«, so er tó bara talan um journalistikk í Kringvarpinum, í fyrrverandi Dimmalætting, á Portalinum og á Vágaportalinum.
Fyri at verða við í hesi kapping um besta journalistikkin, so skalt tú sjálvur skjóta títt egna tilfar upp til at vinna hendan heiður. Tað hava so hesir miðlar gjørt.
Í Kringvarpinum halda tey, at føroya besti journalistikkur í 2013 er, at Kringvarpið 19. juni visti at siga, at Kári P. Højgaard ætlaði at skriva undir sáttmála um Eysturoyartunnilin. Eisini halda tey í Kringvaprinum, at tey kunnu vinna Winthersheiðurslønina fyri at hava sagt, at ivi var um gegnið hjá Annfinni Vitalis Hansen at verða kanningarstjóri í málinum um Skálafjarðartunnilin.
Tey sum vóru á Dimmalætting áðrenn hon fór á húsagang 13. september í fjør halda, at tey eiga heiðurin fyri at hava skrivað um margháttligu og ivasomu lagnuna, sum Thor-skpið Hercules fekk í Kili, har mótsigandi útsøgnir vóru um lagnuna.
Eisini halda tey á Portalinum og á í Kringvarpinum, at tey eiga at fáa heiðurin fyri tollmálið hjá Jørgen Niclasen, sum í løtuni liggur sum kærumál í Fjølmiðlanevndini.
Vágaportalurin og Kringvarpið hava sent inn hvør sína mynd, sum tey halda eiga heiðurin sum ársins mynd.
– Sosialurin, Rás2, in.fo, Portalurin fram til 13. juli 2014, Vikublaðið og Norðlýsið hava einki tilfar sent inn til kappingina og eru tí ikki við, hóast tey kanska kortini hava eitt sindur av tí »allarbesta journalistikkinum í Føroyum í fjør«...