Fýra gudstænastur og ein konsert á páskum

Páskirnar hjá biskupi verða fyri ein stóran part hildin í kirkjuni og saman við familjuni

– Hesar páskirnar havi eg nógv at gera!

 

Ímeðan tey allarflestu kunnu taka sær av løttum á páskum, verður høgtíðin hjá Jógvani Fríðriksyni, biskupi, merktar av nógvum kirkjuligum virksemi.

 

– Eg skal hava fýra gudstænastur á páskum, bæði í Eysturoy í Havnini, sigur hann.

 

Í dag, skírisdag, hevur hann gudstænastu í Rituvík, langa fríggjadag hevur hann gudstænastu á Glyvrum, páskadag verður hann í dómkirkjuni og annan páskadag prædikar hann í Hoyvíkar Kirkju.

 

– Annars verða páskirnar hildnar sum hjá teimum flestu, saman við familjuni, men mentanarlig tiltøk eru eisini á skránni, sigur Jógvan Fríðrikson.

 

Í hesum sambandi fer hann á konsert í Vesturkirkjuni langa fríggjadag, har Havnarkórið, Eystanljóð, solistar og orkestur framføra stórmessuna í c-moll hjá Wolfgang Amadeusi. Mozart.

 

Vit hava tríggjar stórar kirkjuligar hátíðir um ári, jólini og hvítusunnan og páskirnar.

 

– Páskirnar fella eisini um várið, tá ið tað grør og sprettur í nátúruni, so eisini í so máta hava páskirnar ein serligan týdning, har uppreisnin stendur í miðdeplinum, heldur biskupur.