Tann 28. januar í 1978 hevur myndamaðurin hjá Sosialinum verið fram við Brúna skúla í Havn - ella Heimara Skúla, sum lærararnir á Venjingarskúlanum plagdu at kalla henda skúla, sum millum næmingar bara varð kallaður Brúni Skúli.
Á myndini eru fýra dreingir. Teir gingu tá allir í sjeynda flokki á Venjingarskúlanum. Teir eru Rúni Árting, Kaj Leo Johannesen, Ragnar Egholm og Mortan Borgarlíð, sum doyði í 1983.