Fýra fyritøkur bjóða seg fram til tunlarnar Norður um Fjall

Herfyri hevði Landsverk eitt útboð til undangóðkenning viðvíkjandi tunlunum Norður um Fjall.

Freistin at lata inn umsókn um undangóðkenning til at lata inn tilboð upp á tunlarnar fór kl. 13 í dag, at Landsverk boðaði fyri løtu síðani frá, at fýra umsóknir vórðu komnar inn, tá freistin fór.

Landsverk boðar í stuttum boðum frá, at farið verður nú undir at gjøgnumganga umsóknirnar.