Fýra fyrilestrar samstundis

Komandi vikuskifti hevur Felagið fyri kirkjuráðslimir aðalfund. Fundur verður í Leguhúsinum í Nesvík.

Fundurin byrjar klokkan 18 fríggjakvøldið við vanligari aðalfundarskrá. Gøtu kirkju ungdómskór við Símuni Hammer syngur, og Hilmar Jan Hansen undirheldur.

Pallllborðsfundur verður klokkan 20 fríggjakvøldið um gomlu kirkjurnar og fornminni í teimum.

Fundurin heldur fram leygarmorgunin við fýra fyrilestrum og pa

Teir fýra fyrilestrarnir verða allir í senn, og kirkjuráðslimirnir mugu velja, hvat teir vilja hoyra. Bergur Debes Joensen, prestur fer at tosa um kirkjuliðsrøkt, Finnbogi Joensen úr Vestmanna greiðir frá um skapanarverkið, Frits Johannesen úr Fuglafirði um kirkjuliga list, og Jákup Reinert Hansen fer at tosa um sálmasang.

Fundurin endar klokkan 14.

Higartil hava umleið 100 fólk teknað seg til fundin.