Frá vinstru: Carla Nielsen, 77, ár Margit Beck, 76 ár, Oda Michelsen, 75 ár, Jonny Dimon, 71 ár, Daniana (Nenna) Larsen, 70 ár og Diana Johannesen, 61 ár. Allar, uttan Jonny og Diana, fylla í september. Jonny fyllir í august og Diana í oktober.
Tríggjar búgva í Danmark, tær eru Carla, Margit og Nenna. Hinar tríggjar búgva í Trongisvági og á Tvøroyri. Myndin er tikin nýliga, tá tær allar vóru samlaðar á Tvøroyri. Seinast allar vóru saman var fyri fýra árum síðani til eina jarðarferð. Annars ganga nógv ár ímillum at tær allar eru saman.