Fýra Formula uppgerðir

Lokaluppgerð í høvuðsstaðnum og tríggjar áhugaverdar uppgerðir í Eysturoy eru á skránni, tá ið 2. umfar í steypakappingini verður á skránni í morgin

Í morgin verður sjøtul av álvara settur á nýggja fótbóltsárið. Tá verður 2. umfar í kappingini um Løgmanssteypið. Átta uppgerðir eru á skránni. Øll tey tíggju liðini í bestu deildini skulu dystast, og í fýra førum verður talan um Formula uppgerðir.
Meistararnir og sigursvanda steypaliðið HB skal við NSÍ liðformanninum í fjør Christiani Høgna Jacobsen á liðnum til Runavíkar, har NSÍ skal royna seg fyri fyrstu ferð, síðani teir fingu venjarar og nógv fólk av Skála.
Í Gundadali verður grannauppgerð millum steypavinnararnar í B36 og uppflytararnar í AB. Nýggir ábyrgdarmenn eru á beinkinum hjá báðum liðunum. Talan er um gamlar liðfelagar – bæði í KÍ og í LÍF. Kurt Mørkøre hevur ábyrgdina av B36, sum millum spælararnar hevur Allan Mørkøre, ið var liðformaður á Argjum í fjør, og Oddbjørn Joensen hevur ábyrgdina av AB.
Uppflytararnir av Sandi eiga við ungum liði stóra avbjóðing í Streymnesi, har EB/Streymur bíðar. Hanus Eliasen og Símun Eliasen eru nýggir spælarar á felagsliðnum.
Í Gøtu vitjar KÍ, sum í fjør tapti steypafinaluna. Millum gestirnar í Sarpugerði eru eitt nú Kaj Ennigarð og Gunnar Nielsen, sum í fjør vóru við til at manna GÍ liðið.
Fimm av teimum átta uppgerðunum í morgin verða í Eysturoy. Umframt dystirnar í Runavík og í Gøtu verða eisini uppgerðir á Skála, í Fuglafirði og í Leirvík.
Skálamenn skulu við nýggjum ábyrgdarmanni á beinkinum royna seg ímóti FSV04. Hjá ÍF tykist uppgávan ikki ræðandi, tá ið UNDRI, sum er einasta felagið, sum ikki er umboðað í aðrari av tveimum teimum ovastu deildunum, fer at vitja, meðan tað eigur at fara at verða torførari hjá LÍF, tá ið teir fara at fáa vitjan av VB/Sumba.
Á Sevmýri verður talan ivaleyst um spennandi uppgerð millum tvey 1. deildarlið. TB, sum fyri viku síðani á heimavølli vann 2-0 ímóti B68, eigur aftur hesa ferð heimavøll. Gestirnir hesa ferð eru SÍ.
Fjóðringsfinalurnar verða Kristi Himmalferðardag, sum er hósdagin 17. mai.

Dystir og dómarar
NSÍ-HBPáll Augustinuassen
GÍ-KÍDagfinn Olsen
B36-ABJens Petur Brattalíð
EB/Streymur-B71Lars Müller
Skála-FSV04Rúni Gaardbo
LÍF-VB/SumbaRansin N. Djurhuus
TB-SÍEiler Rasmussen
ÍF-UNDRIVinjard Dam